Hendan skipanin brúkar cookies Trýst her fyri at lesa meira

Kunning um cookies (farspor)

Cookies verða nýttar á hesi heimasíðuni

Cookies eru neyðugar, fyri at fáa okkara heimasíðu at virka, men tær geva eisini upplýsingar um hvussu tú brúkar okkara heimasíðu. Vit nýta cookies til at goyma upplýsingar um tína innritan og til at savna inn hagtøl um ferðsluna á heimasíðuni. Upplýsingarnar verða fyrst og fremst nýttar, til at bøta um heimasíðuna.

Um tú trýstir víðari á síðuni, góðtekur tú samstundis, at cookies verða nýttar á síðuni.

Cookies

P/F Posta nýtir cookies á posta.fo, soleiðis at tín telda sjálvvirkandi móttekur eina ella fleiri cookies, tá tú vitjar posta.fo. Cookies eru lítlar tekstfílur, sum verða goymdar í kaganum á telduni (t.d. Internet Explorer, Firefox ella Google Chrome), og sum gera tað møguligt at fylgja ferðsluni á eini heimasíðu, og at kenna aftur tey vitjandi. Ongar persónligar upplýsingar verða goymdar í cookies.

P/F Posta nýtir cookies fyri at fáa hagtøl, sum vísa t.d. hvussu leingi okkara brúkarar eru á posta.fo og hvussu nógvir brúkarar vitja síðuna meira enn eina ferð. Harumframt verða cookies nýttar til at finna útav hvørjar síður verða mest vitjaðar. Eisini verða cookies nýttar til spurnarbløð og oyðubløð, soleiðis at tú ikki fært sama spurnarblaðið aftur, eftir at tú hevur svarað.

Nakrar triðjapart cookies verða nýttar til at finna hagtøl av tíni vitjan á posta.fo – her er talan um Google Analytics, Adform og Eloqua.

P/F Posta hevur ábyrgd av øllum viðvíkjandi goymslu av upplýsingum og atgongd til upplýsingarnar, sum longu eru goymdar í tínum kaga.

Tá tú brúkar posta.fo góðtekur tú, at upplýsingar verða goymdar við omanfyrinevnda endamáli og at atgongd fæst til upplýsingar, sum longu eru goymdar í tínum kaga.

Um tú ikki góðtekur, at P/F Posta nýtir cookies á posta.fo, ber til at broyta hetta í stillingunum á kaganum, soleiðis at tín kagi ikki góðtekur cookies og strikar cookies, sum longu eru goymdar á kaganum. Vegleiðing til hvussu tú broytir hesar stillingar eru í hjálpi-knøttinum á tínum kaga. Vanliga ber til at trýsta á F1 knøttin á telduni og leita eftir orðinum ”cookies”.

Meira fæst at vita hesum viðvíkjandi við at venda sær til:

P/F Posta Óðinshædd 2 FO-100 Tórshavn Faroe Islands Tlf.: +298 346200 E-mail: posta@posta.fo

Vinir
Vilt tú strika innkeypslista?

Ein framkomin, ókeypis lýsingaportalur frá Posta

Posta hevur latið úr hondum ein nýggjan lýsingaportal, bera.fo. Á hesum portali kanst tú síggja øll galdandi tilboðsbløð, sum Posta ber út. Til ber at leita eftir tilboðum, gera tær ein innkeypsseðil og hartil deila seðilin við onnur.

Hesin lýsingaportalur er ein eyka tænasta fyri tey, ið bera bløð út hjá Posta. Tænastan er ment, tí at lýsararnir í dag vilja vera til staðar har brúkarin er, og brúkarin er bæði offline og online. Kanningar vísa, at enn dámar fólki best at lesa fysisk lýsingabløð, men tað er ein sannroynd, at við at leggja bløðini út á netið, so letur tú upp fyri nøkrum heilt nýggjum møguleikum.

Leita eftir tí tær tørvar

Tað snilda við Bera er, at tú kanst leita eftir vørum og góðum tilboðum, tvørtur um lýsingabløðini. Við at skriva í leitingarteigin ovast á síðuni, finnur tú øll tøk tilboð, sum eru at finna í øllum galdandi lýsingabløðum. Skrivar tú eitt nú “kaffi” í leititeigin, finnur tú øll galdandi tilboð uppá kaffi. Royn sjálv/ur og fá sjón fyri søgn.

Eisini ber til at leita umvegis bólkingar, eitt nú kanst tú fara inn á bólkin “Hús og heim”, og her finna allar tøkar vørur, sum eru í hesum bólki. Sostatt er tað lætt hjá tær, at finna tey bestu tilboðini, og soleiðis kanst tú leggja tíni innkeyp til rættis á skynsamasta hátt.

Til handils við Bera appini

Tað allarsnildasta við Bera er, at tú kanst gera tær tín egna innkeypsseðil á bera.fo, sum tú kann senda til tína telefon ella til telefonina hjá onkrum øðrum, soleiðis gerst tað lættari at fara til handils. Tá tú lesur tilboðsbløðini, er lætt at klikkja á einstøku vøruna og leggja hana í tín innkeypslista. So skjótt sum vøran er komin á tín innkeypsseðil, er seðilin dagførdur bæði á teldu, teldli og á tínari fartelefon.

Fyri at kunna nýta innkeypsseðilin á fartelefonini, (ella um tú skal senda innkeypsseðilin) er neyðugt at taka niður Bera appina, sum er tøk til iPhone, iPad, og Android. Appin er ókeypis, sjálvandi.

Bløðini á bera.fo eru galdandi tilboðsbløð. Tá ið tilboðini eru útgingin, eru bløðini ikki tøk longur. Bløðini verða løgd á bera.fo kl. 08.00 tann morgunin, bløðini verða borin út.

Rita inn og vinn kr. 5000

Øll, sum rita inn á bera.fo áðrenn 16. juli eru við í lutakastinum um kr. 5000,-. Vinnarin verður funnin 16. juli, og vinnarin fær beinleiðis boð. Tá tú skalt rita inn á bera.fo, skalt tú nýta tína facebook innritan. Fyri lættari at deila tín innkeypsseðil við onnur, kanst tú gagnnýta hentleikarnar við facebook vinaskaranum. Tær nýtist ikki at stúra fyri, at nakað verður lagt á tín facebook vegg ella sent út til tínar vinir. Onki verður lagt á tín vegg, ei heldur fært tú lýsingar á tín facebook vanga. Sostatt sær ongin, at tú ritar inn á bera, og ongin sær hvat tú tekst við á bera.

Ofta spurdir spurningar

Her ber til at lesa mest vanligu spurninganar um Bera.

Er tað ókeypis at nýta Bera?

Ja, tænastan er púra ókeypis at nýta.

Hvør rekur Bera?

Bera er tænasta ið Posta hevur ment til síni viðskiftafólk.

Hví skal eg nýta Facebook innritan?

Fyri at gera tína nýtslu so góða sum møguligt á Bera, er neyðugt við einari tryggari innritan, og fyri at Bera skal kenna teg aftur, og skal minnast til tínar listar, er neyðugt við innritan umvegis Facebook. Somuleiðis er tað einfaldast at nýta facebook vinaskarðan, tá ið tú skal senda tín innkeypsseðil til ein vin. Tað er púra vanlugt, at appir nýta facebook innritan.

Er tað neyðugt at vera innritaður fyri nýta Bera?

Nei. Tú kanst nýta skipanina uttan innritan. Tó, um tú vilt gera innkeypsseðlar o.s.fr. mást tú verða innritað/ur.

Verður nakað lagt á mín vegg á facebook?

Nei, onki verður lagt á tín vegg á facebook.

Tá eg riti inn við facebook, sendi eg tá nakað út til mínar vinir?

Nei, skipanin sendir onki út.

Hvussu veit eg, um eg luttakið í kappingini?

Tú teknar teg til kappingina fyrstu ferð tú ritar inn. Tú luttekur bert eina ferð.

Goymir Bera nøkur hagtøl?

Ja, Bera savnar hagtøl um allar brúkarar. Hesi hagtøl verða nýtt til støðugt at betra um Bera.

Hvussu fái eg eina vøru á mín innkeypsseðil?

Tú skal høgraklikkja á vøruna í tín byrjunarseðil, sum er ein frammanundan gjørdur innkeypsseðil.

Hvussu geri eg ein nýggjan innkeypsseðil?

Á framsíðuni skal tú klikkja á Innkeypsseðlar. Her er lætt at gera og broyta tínar innkeypsseðlar. Tú kann eisini trýsta á hesa leinkju: Innkeypsseðlar

Hvussu deili eg ein innkeypsseðil?

Fyri at deila ein innkeypsseðil, mást tú verða innritaður umvegis Facebook. Far inn á ein innkeypsseðil, og trýst á vina-ímyndina ovast til høgru, og vel tín Facebook vin á listanum.

Hvar finni eg appina?

Appina finnur tú á hesum støðum:


iPhone/iPad - Tú kann leita eftir Bera á App Store - ella við at trýsta á hesa leinkju: Bera iOS app

Android - Tú kann leita eftir Bera á Google Play - ella við at trýsta á hesa leinkju: Bera Android app

Windows Phone - Appin er ikki tøk enn

Appin er ókeypis.

Eg kundi hugsa mær at fingið mítt tilboðsblað á Bera.fo; hvussu geri eg?

Bløðini ið liggja á Bera.fo eru bløð, sum Posta ber út fyri síni viðskiftafólk. Um tú vilt vita meira, ert tú altíð vælkomin at ringja til okkum á 23 60 49.

Hvussu fái eg samband við Bera?

Skriva til okkara á bera@posta.fo ella ring á 23 60 49.

Leita
Lýsari
Lýsingarbløð
Vørur
-
av
Leita
Tú mást verða ritað(ur) inn til Innkeypsseðlar fyri at brúka hesa funku. Vilt tú halda framm?